Avloysarin finnast áðrenn 2. september

Avloysarin finnast áðrenn 2. september
Avloysarin hjá David Cameron skal tilnevnast í seinasta lagi 2. september, sigur leiðslan í konservativa flokkinum
Avloysarin hjá David Cameron skal tilnevnast í seinsta lagi 2. september, sigur leiðslan í flokkinum hjá teimum konservativu
 
27.06.2016 - 15:02

- Vit mæla til, at tilgongdin, at velja nýggjan leiðara til Konservativa flokkin, byrjar í næstu viku, og endar í seinasta lagi 2. september.

Tað sigur Graham Brady, ein av leiðarunum í konservativa flokkinum í Bretlandi. Flokkurin hevur nú gjørt eina tíðarætlan, skrivar tíðindastovan Ritzau.

Valevni hjá flokkinum, ið ætla sær at stilla upp til embætið, skulu í seinasta lagi boða Konservativa flokkinum frá hesum á middegi hósdagin.

David Cameron, forsætisráðharri, boðaði fríggjadagin frá, at hann leggur frá sær í kjalarvørrinum á fólkaatkvøðuni, tá bretska fólkið atkvøddi fyri at venda ES bakið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659