- Tíðindi, mentan og ítróttur
Enskt strikað sum høvuðsarbeiðsmál í ES

Enska málið er strikað sum eitt av høvuðsmálunum í ES. Tað er ein avleiðing av, at bretar fara úr Evropasamveldinum.
Longu mánadagin, tá ovasta talskvinnan hjá ES, Margaritis Schinas, helt tíðindafund fyri fjølmiðlum, tosaði hon bara franskt. Vanliga hevur verið tosað á fronskum og enskum.
Men soleiðis verður ikki longur. ES-nevndin hevur tikið avgerð um, at enskt ikki verður eitt av høvuðsmálunum longur. Tá tíðindafólk settu spurningar á enskum, fingu tey eisini svar á enskum.
Tosa enskt í serligum førum
Formaðurin í ES-nevndini, Jean-Claude Juncker, hevur síðani bretsku fólkaatkvøðuna bara tosað á týskum. Og embætismenn siga, at tað hevur hann avrátt, eftir bretsku avgerðina.
Kortini fer formaðurin í ES at tosa enskt í serligum førum, millum annað tá hann skal tosa við forsætisráðharran í Slovenia, Robert Fico, tá Slovenia tekur við formansskapinum í samveldinum tann 1. juli.
SÍ EISINI Londini ósamd um gongdina
Ovastu leiðararnir í ES hava sett hart ímóti hørðum mótvegis Bretlandi. Og hóast bretar royna at draga tíðina út, so vilja teir hava Bretland úr ES sum skjótast.
- At drála við endaligu bretsku avgerðini, kann bara gera støðuna verri, sigur formaðurin í ES-nevndini, Jean Claude Juncker.


























