Hon ætlar sær at gerast næsti forsætisráðharrin

Hon ætlar sær at gerast næsti forsætisráðharrin
Bretski innanríkisráðharrin, Theresa May, boðar í dag alment frá í The Times, at hon er við í kappingini um at gerast forsætisráðharri eftir Cameron
 
30.06.2016 - 11:02

Theresa May  sigur seg hava ætlanir um at sameina bretar eftir fólkaatkvøðuna. David Cameron boðaði eftir fólkaatkvøðuna frá, at hann leggur fá sær í heyst.

Cameron bað bretar um at atkvøða fyri bretskum limaskapi, men tað miseydnaðist, og tí fer hann frá. Theresa May bað eisini bretar um at velja ES, men hon var ikki frammarlaga í valstríðnum.

Kunngera eisini veljarakanning

Samstundis almannakunnger The Times eina veljarakanning, sum vísir, at millum konservativu veljararnar fær Theresa May 17 prosent størri undirtøki enn fyrrverandi borgarstjórin í London, Boris Johnson.

Theresa May hevur verið innanríkisráðharri síðan 2010, og hon er kend fyri sína hørðu støðu mótvegis innflytarum. Og bretar hava leingi borið hana saman við Margareth Thatcher.

Fyrrverandi verjumálaráðharrin, Liam Fox, boðaði í gjár frá, at hann eisini vil at gerast formaður í konservativa flokkinum og harvið forsætisráðharri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659