Eingin fráboðan um løstaðar føroyingar

Eingin fráboðan um løstaðar føroyingar
Eingin føroyingur er millum tey løstaðu eftir yvirgangsatsóknina í Atatürk-floghavnini í Istanbul, boðar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið frá
Eingin skaddur norðurlendingur er á sjúkrahúsunum í Istanbul eftir yvirgangsatsóknina í Atatürk-floghavnini týskvøldið, er niðurstøðan hjá norðurlendsku uttanríkistænastunum
 
30.06.2016 - 08:03

Norðurlendsku uttanríkistænasturnar arbeiða saman í Istanbul. Niðurstøðan hjá teimum er, at eingin skaddur norðurlendingur er á sjúkrahúsunum í Istanbul.

Danska Uttanríkisráðið fer ikki at herða ferðavegleiðingina til Turkalands. Hon ávarar longu sum er um yvirgangsvanda í Turkalandi.

Mett verður tó, at atsóknin týskvøldið ikki var vend móti útlendskum ferðafólki, men móti Turkalandi og turkum sjálvum sum eitt úrslit av herda stríðnum millum Turkaland og ISIL.

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið er í føstum samstarvi við danska Uttanríkisráðið. Føroyska uttanríkistænastan er við í tilbúgvingarbólkinum hjá danska Uttanríkisráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659