Hon verður helst nýggjur stjórnarleiðari

Hon verður helst nýggjur stjórnarleiðari
Nógv bendir á, at næsti bretski forsætisráðharrin verður ein kvinna, og at tað helst verður innanríkisráðharrin, Theresa May
Ábendingar eru um, at Theresa May verður næsti forsætisráðharrin í Bretlandi. Hon vann fyrstu atkvøðugreiðsluna um formanssessin og er tískil favorittur í løtuni
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
06.07.2016 - 09:12

Sambært BBC boðaði Stephen Crabb, sum hevur verið ein av kandidatunum til formanssessin í konservativa flokkinum frá, at hann tekur seg úr stríðnum.

Hetta hendi bert fáar tímar eftir fyrstu atkvøðugreiðsluna millum parlamentslimirnar hjá flokkinum, um hvørji tvey skulu kappast um at gerast næsti formaður floksins.

Greinin heldur fram niðanfyri

Harafturat fall Liam Fox til atkvøðugreiðsluna, tí hann fekk fægst atkvøður, so hann er eisini úti av stríðnum. Harvið eru bert tríggir kandidatar eftir.

Stríðið fer tískil at standa í millum løgmálaráðharran, Michael Gove, orkumálaráðharran, Andrea Leadsom, og innanríkisráðharran, Theresu May.

Tað var júst Theresa May, ið vann fyrstu atkvøðugreiðsluna um formanssessin og hon er tískil favorittur í løtuni. Hon fekk 165 atkvøður, sum er meira enn helmingurin av parlamentslimunum hjá Konservativa flokkinum.

Atkvøða í morgin

Næstflestar atkvøður fekk Andrea Leadsom Tískil bendir nógv á í løtuni, at tað verður ein kvinna, sum tekur yvir eftir David Cameron og flytur inn í Downing Street nummar 10 í heyst.

Men enn er ein atkvøðugreiðsla eftir, sum skal endaliga gera av, hvørjir tvey valevni limirnir í flokkinum skulu velja ímillum. Hendan atkvøðugreiðslan verður hósdagin.

Tá atkvøðugreiðslan er av, verður greitt, hvørji tvey formansvalevni limirnir í konservativa flokkinum sleppa at velja ímillum. Men tað valið verður tó ikki fyrr enn 9. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678