- Tíðindi, mentan og ítróttur
Neyðtøkulógin í Týsklandi helst herd

Samveldistingið fer væntandi at samtykkja at víðka um lógligu ásetingina av hugtakinum, neyðtøka, skrivar BBC News. Eitt uppskot, sum í Týsklandi millum fólk vanliga verður kallað "Nei merkir nei-reglugerðin".
Kritikkarar hava leingi hildið, at Týsklandi hevur haltað langt aftan fyri onnur framkomin lond, tá tað kemur til neyðtøkulógarverkið, men spurt verður eisini, um hetta loysir trupulleikan.
Undir verandi lóggávu í Týsklandi skal eitt offur hava brúkt sjálvvart seg sjálvt fyri at talan skal vera um eina neyðtøku. Bara at siga nei, er ikki nóg mikið til at fáa ákærda dømdan, og ongar neyvar ásetingar finnast sum siga, nær fólk hava givið sítt samtykki.
Brotsmenn sleppa ov lætt
Hetta hevur við sær, at nógvir brotsmenn sleppa væl frá neyðtøku. Sambært eini kanning frá 2014, hjá týska felagsskapinum, BFF, ella tað, sum svarar til Kvinnuhúsið í Føroyum, hava tey kannað 107 neyðtøkur.
Tey, sum hava gjørt kanningina, siga, at í hvørjum einstøkum dømi var talan um kynsligan ágang, har offrið hevði munnliga gjørt mótstøðu og sagt nei, og annaðhvørt var málið ikki tikið upp, ella varð ongin dømdur fyri ágangin.
Kanningin staðfestir, at lóggávan leggur ov nógvan dent á, um offrið hevði gjørt mótstøðu ella ikki, og at lóggávan endurspeglar ikki tann veruleikan, sum er, har fólk eru fyri kynsligum ágangi.
Bara ein av hvørjum tíggju neyðtøkum í Týsklandi verður meldað til løgregluna. 10 prosent av rættarmálunum enda við dómi sambært BBC News.



























