- Tíðindi, mentan og ítróttur
Annar sniðskjúttin deyður
Annar av sniðskjúttunum, sum í gjárkvøldið skeyt og drap fimm politistar í amerikanska býnum, Dallas, er deyður. Tað skriva lokalir miðlar í Dallas, skrivar DR.
Maðurin byrgdi seg inni í einum bilhúsabygningi mitt í býnum í fleiri tímar, og skotbardagi var í fleiri umførum millum mannin og politiið í Dallas.
SÍ EISINI Fleiri løgreglumenn myrdir undir mótmælisgongu
Politiið breyt seg inn á mannin, og sagt verður, at maðurin hevur skotið seg sjálvan, men hetta er ikki váttað enn.
Tað var í gjárkvøldið, at tveir sniðskjúttar skutu og drupu fimm politistar og løstaðu sjey onnur undir eini mótmælisgongu í Dallas.
Mótmælisgonga endaði í ruðulleika
Tað, sum skuldi havt verið ein friðarlig mótmælisgonga í móti viðferðini hjá politinum mótvegis littum amerikanarum í seinastuni, endaði við ruðulleika, tá ein røð av skotum vórðu latin av.
Sambært politinum bleiv skotið niður í mannamúgvuna, og politiið heldur, at sniðskjúttarnir hava ligið uppi á onkrum taki ella staðið í onkrum vindeyga.
Orsøkin til mótmælisgonguna er, at politiið hevur dripið tveir littar mans í Minnesota og Louisiana seinastu dagarnar. Mótmælisgongur vóru tí eisini í øðrum amerikonskum býum hóskvøldið.