Fleiri løgreglumenn myrdir undir mótmælisgongu

Fleiri løgreglumenn myrdir undir mótmælisgongu
Fýra politistar vórðu skotnir til deyðis, og sjey onnur eru løstað, tá skot vórðu latin av í amerikanska býnum, Dallas, hóskvøldið
Politiiið í Dallas hevur handtikið tveir persónar eftir at fýra politistar vórðu myrdir hóskvøldið. Tað er kortini ikki vist, at teir eru brotsmenninir
Mynd: AP  
 
08.07.2016 - 08:23

Tað, sum skuldi havt verið ein friðarlig mótmælisgonga í móti viðferðini hjá politinum mótvegis littum amerikanarum í seinastuni, men tað endaði við ruðulleika, tá ein røð av skotum vórðu latin av.

Sambært politinum bleiv skotið niður í mannamúgvuna, og politiið heldur, at talan kann vera um tveir sniðskjúttar, sum hava ligið uppi á onkrum taki ella staðið í onkrum vindeyga.

Eitt eygnavitni sigur fyri CNN, at hann hoyrdi eini 20 skot, sum komu beint eftir hvørt annað, skrivar DR.

Greinin heldur fram niðanfyri

- Vit væntaðu ikki, at nakað fór at henda hesaferð. Vit vóru ein blandaður flokkur í mótmælisgonguni, bæði svørt, hvít og latinos, sigur vitnið fyri CNN.

Eitt annað vitni, Jamal Johnson, var mitt í rúgvuni, tá skotini vórðu latin av. Teir skutu eftir politinum, og eg sá politistar verða raktar, sigur hann fyri CNN.

Orsøkin til mótmælisgonguna er, at politiið hevur dripið tveir littar mans í Minnesota og Louisiana seinastu dagarnar. Mótmælisgongur vóru tí eisini í øðrum amerikonskum býum í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581