Tvær kvinnur stríðast nú um sessin hjá honum

Tvær kvinnur stríðast nú um sessin hjá honum
Tað verður annaðhvørt Theresa May ella Andrea Leadson, ið tekur við embætinum sum næsti forsætisráðharrin í Bretlandi
Stríðið um at gerast næsti bretski forsætisráðharrin fer at standa í millum Theresa May og Andrea Leadson
 
08.07.2016 - 10:57

Stríðið um at gerast forkvinna fyri Konservativa flokkinum og harvið eisini næsti bretski forsætisráðharrin fer at standa í millum Theresa May og Andrea Leadson.

Tað er greitt, eftir at Michael Gove, triðja valevni, fall í seinnu atkvøðugreiðsluni millum parlamentslimirnar hjá flokkinum, skrivar BBC.

Greinin heldur fram niðanfyri

Úrslitið av atkvøðugreiðsluni var, at Theresa May fekk 199 atkvøður, Andrea Leadsom fekk 84 og Michael Gove fekk 46 og hann fall sostatt.

Limirnir í Konservativa flokkinum skulu nú velja millum tær báðar, Theresa May og Andrea Leadson. Úrslitið verður greitt 9. september.

Tá verður eisini greitt, hvør verður forkvinna í Konservativa flokkinum og harvið eisini bretskur forsætisráðharri eftir David Cameron.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852