Nú fer hon at seta ráðharrarnar

Nú fer hon at seta ráðharrarnar
Nýggi bretski forsætisráðharrin, Theresa May, fór mikukvøldið undir avbjóðingina at manna ráðharrasessirnar. Bretar fáa nú ein Brexit-ráðharra
Theresa May, sum mikudagin tók við embætinum sum nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi, fer nú at seta ráðharrarnar
Mynd: AP  
 
14.07.2016 - 09:17

Boris Johnson, fyrrverandi borgarstjóri í London og forsprákari fyri, at Bretland fer úr ES, er tilnevndur bretskur uttanríkisráðharri.

Undangongumaður Johnsons, Philip Hammond, er nýggjur fíggjarmálaráðharri, upplýsir skrivstovan hjá Theresu May í Downing Street 10.

Fáa nú ein Brexit-ráðharra

Bretland fær ein sonevndan Brexit-ráðharra, sum fjølmiðlar rópa sessin. Tað verður David Davis. Enn er ógreitt, hvat nýggja ráðið neyvt skal gera.

Davis skal helst samráðast um tilgongdina hjá Bretlandi at taka seg úr ES. Ráðið skal eisini sálda fleiri túsund síður av ES-lógarteksti burtur úr bretskari lóggávu, skrivar BBC.

Orkumálaráðharrin, Amber Rudd, tekur við sessinum sum innanríkisráðharri. Sessurin, sum Theresa May hevði til í gjár, tá hon var hjá Elisabeth drotning og formliga tók við sum forsætisráðharri.

SÍ EISINI Fyrsta kvinnan í embætinum í 15 ár tekur nú við

Fyrrverandi verjumálaráðharrin, Liam Fox, skal standa á odda fyri nýggjum ráði fyri altjóða handil. Nýggja ráðið skal styrkja handilin við útlond, tá Bretland fer úr ES, veit BBC at siga.

George Osborne hevur biðið um at verða loystur úr sessinum sum fíggjarmálaráðharri, boðaði Downing Street frá stutt eftir, at Theresa May tók við sum forsætisráðharri.

Osborne hevur verið bretskur fíggjarmálaráðharri síðan 2010, tá David Cameron tók við valdinum. George Osborne var undan fólkaatkvøðuni sjónligasti persónur í átakinum fyri, at Bretland skal verða verandi í ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. august
Praktikanturin: Anna Helena Eysturoy Lassen
195160
Fríggjadag 1. august
Radio Stjernekilde II - part 8
195151
Fríggjadag 1. august
RagnarRokk: Roine Stolt um Love
194169
Fríggjadag 1. august
Morgunlestur fríggjadagur 1. august 2025
194903
Hósdag 31. juli
Millum tøkini #7: Ólavsøkuróðurin
195124
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. august
Veðrið
195172
Týsdag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudag
195038
Týsdag 29. juli
Tingið verður sett
195033
Týsdag 29. juli
Guðstænasta úr Havnar kirkju
195031
Mánadag 28. juli
Á Ólavsøku 2025
195019