Noktar seg sekan

Noktar seg sekan
Kommunulæknin, sum er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á tíggju kvinnur, noktar seg framvegis sekan. Tað sigur verjin hjá ákærda kommunulæknanum
 
26.08.2016 - 12:27

Ein kommunulækni í Havn er ákærdur fyri blygdanarskemd og at hava misnýtt sítt starv sum kommunulækni á ymsir hættir.

Harumframt er hann ákærdur fyri, og hetta er sambært ákæranum álvarsamasta brotið, at við "anden ulovlig tvang" at hava noytt eina kvinnu til annað kynsligt samband enn samlegu.

Sigur talan er um misskiljingar

- Tann ákærdi noktar seg sekan. Hann tvíheldur um, at læknaligu kanningarnar eru farnar rætt fram, og at talan er um misskiljingar, sigur Bjørn á Heygum, sum er verji hjá ákærda.

Kommunulæknin er ákærdur fyri 11 lógarbrot ímóti 10 kvinnum frá 2010 til 2014. Linda Hesselberg, ákæri, sigur við in.fo, at hon vónar, at hon saman við verjanum kann semjast um at fremja málið sum eitt játtanarmál.

Men tað verður helst av ongum, sigur Bjørn á Heygum. Kommunulæknin var skuldsettur í tvey ár, áðrenn ákæruritið varð liðugt. Hetta er átaluvert og nærum ein revsing í sær sjálvum, heldur Bjørn á Heygum

Verjin hartar ákærumyndugleikan

- Tað er ein ótrúlig byrða hjá ákærda at bíða so leingi. Myndugleikarnir hava skyldu at bera seg so skjótt at sum møguligt, so borgarin ikki líður óneyðugt, sigur hann.

Linda hesselberg sigur, at málið hevur tikið langa tíð, tí talan er um eitt sera umfatandi mál. Bjørn á Heygum ásannar, at talan er um eitt stórt mál, men heldur kortini fast við, at ákærdi hevur bídad óvanliga leingi, og at tað kemur alt ov ofta fyri í Føroyum.

- Mann upplivir í heilum, at mál hjá ákæruvaldinum taka ógvuliga langa tíð. Tey áttu heldur at sett fleiri fólk í starv enn lata tað ganga út yvir borgaran, sigur Bjørn á Heygum við útvarpið í dag.

Fyri rættin um tveir-tríggjar mánaðir

Ákærurnar kunnu geva ávikavist fýra, tvey og fýra ára fongsul, men ákærin vil ikki siga nakað um, hvørja revsing hon fer eftir. Til samans meldaðu 18 kvinnur kommunulæknan fyri at hava borið seg óhóskandi at, tá ið undirlívskanningar vóru framdar.

Fimm mál vóru fyrnað. Í einum føri hevdi eitt mistak hjá løgregluni vid sær, at málid ikki kundi fara í rættin, og í einum ødrum føri varð mett, at onki ólógligt var farið fram.

Vanliga ganga tveir til tríggir mánaðir, áðrenn málið kemur fyri rættin, tá ákæruritið er klárt sambært sorinskrivaranum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juli
RagnarRokk 18.juli 2024
176485
Hósdag 18. juli
Morgunlestur hósdagur 18. juli 2024
177836
Mikudag 17. juli
Morgunlestur mikudagur 17. juli 2024
177835
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juli
Veðrið
178118
Mánadag 15. juli
Hin rusuti á Aconcagua (3:10)
177771
Leygardag 13. juli
Føroyar - Montenegro (2-1)
178016
Leygardag 13. juli
Landsdystur: Føroyar - Montenegro
178015