Flogfar misti stóran motorlut

Flogfar misti stóran motorlut
Um illa vildi til kundi ein tilburður í gjár endað við eini vanlukku, tá eitt flogfar í USA misti ein stóran lut av einum motori
Um illa vildi til kundi tilburðurin um vikuskiftið endað við eini syrgiligari vanlukku, sigur ein flogserfrøðingur sambært Wall Street Journal
Mynd: Airlive.net á Twitter  
 
28.08.2016 - 13:19

Eitt ferðafólkaflogfar hjá Southwest Airlines misti í gjár ein stóran lut av einum motori, tá flogfarið fleyg yvir Florida í USA

Tað hendi eftir ein brest í vinstra motori, tá ein stórur lutur datt av motorinum, ið eisini gjørdi skaðar á skrokkin og stýriútgerðina.

Greinin heldur fram niðanfyri

Tað eydnaðist kortini flogskiparunum at lenda Boeing 737-800 flogfarið trygt í eini floghavn í býnum Pensacola, sum er í Florida.

Um illa vildi til kundi tilburðurin um vikuskiftið endað við eini syrgiligari vanlukku, sigur ein flogserfrøðingur sambært Wall Street Journal.

Boeing-flogfarið hjá Southwest Airlines var á veg úr New Orleans til Orlando í Florida í gjár, tá ein lutur datt av vinstra motorinum. 99 ferðafólk vóru við flogfarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
Breddin: Vitlíki og sálarheilsa
203423
Hósdag 29. januar
Morgunlestur hósdagur 29. januar 2026
203268
Mikudag 28. januar
Skratsj 28. januar 2026
203398
Mikudag 28. januar
Dansival: Gyltabók
203396
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379