#kv2016: Flest arbeiðsleys í Suðuroy

bannari
#kv2016: Flest arbeiðsleys í Suðuroy
Tað eru tríggjar ferðir so nógv arbeiðsleys fólk í Suðuroy enn í økinum við lægsta arbeiðsloysinum í Føroyum
Lutfalsliga eru flest arbeiðsleys í Suðuroy samanborið við hinar sýslurnar í Føroyum vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni
 
27.10.2016 - 11:23

Arbeiðsloysið í Føroyum er størst í Suðuroy. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya yvir arbeiðsloysið í landinum 1. august.

Í Suðuroy var arbeiðsloysið 4,9 prosent, í Sandoy var talið 1,6 prosent. Sostatt var arbeiðsloysið í Suðuroy tríggjar ferðir størri enn í Sandoy.

Tað eru munandi fleiri kvinnur enn menn, ið eru arbeiðsleysar í Suðuroy. 5,9 prosent av kvinnunum og 4,2 prosent av monnunum vísa tølini.

Ein lítil minking

Samlaða arbeiðsloysið í øllum landinum er minkað eitt lítið vet. 1. august í 2015 vóru 811 fólk í Føroyum arbeiðsleys, 1. august í ár var talið 782.

Tey flestu arbeiðsleysu í Føroyum eru 25-34 ár. Minsta arbeiðsloysið er hinvegin í aldursbólkinum 45-54 ár. Tølini eru ávikavist 4,0 og 1,8 prosent.

Í tølunum hjá Hagstovuni verður ikki gjørdur munur á, um fólk, ið ikki arbeiða, eru í Arbeiðsloysisskipanini ella í skipanini hjá Almannaverkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161