Færri nýggir bilar

Færri nýggir bilar
Færri nýggir persónbilar vórðu skrásettir í oktober í ár í mun til sama mánað í fjør vísa nýggjastu tølini hjá Akstovuni
Sambært nýggjastu tølunum frá Akstovuni vórðu 40 færri, nýggir persónbilar skrásettir í oktober enn sama mánað í fjør
 
01.11.2016 - 08:45

Nú verða færri nýggir persónbilar fluttir inn. Sambært nýggjastu tølunum frá Akstovuni vórðu 40 færri, nýggir persónbilar skrásettir í oktober enn sama mánað í fjør, 120 í ár og 160 í oktober í fjør.

Men tað, sum er farið av árinum, eru til samans 181 fleiri nýggir persónbilar skrásettir í ár enn somu í tíð í fjør, 1717 frá januar til oktober í ár, samanborið við 1536 somu tíð í fjør. Vøksturin er umleið 12 prosent.

Verða øll innflutt akfør tikin undir einum, er vøksturin umleið 10 prosent, 2343 í ár samanborið við 2136 frá januar til oktober í fjør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558