Føroysku bankarnir steingja gjaldkort

Føroysku bankarnir steingja gjaldkort
Illgruni er um, at upplýsingar um føroyskar bankakundar eru komnar í skeivar hendur. Føroyskir bankar sperra nú gjaldkort hjá kundunum
Teldusníkar kunnu hava fingið upplýsingar um føroysk gjaldkort. Tí sperrar Eik nú 100 Visa Dankort
 
02.11.2016 - 14:07

Hevur tú eitt gjaldkort, sum tað ikki riggar at gjalda við í dag, so kann grundin vera, at bankin tilætlað hevur stongt títt gjaldkort.

Eik steingir nú 100 gjaldkort, boðar bankin frá á heimasíðuni. Eisini hjá Norðoya Sparikassa eru Visa Dankort sperrað, sigur bankin.

SÍ EISINI Føroysk gjaldkort kanska misnýtt

Føroysku gjaldkortini verða sperrað, eftir at tað í síðstu viku kom fram, at teldusníkar kunnu hava fingið fatur á kortupplýsingum.

Fyribils er talan "bara" um Visa Dankort, og ikki Mastercard. Bankin ringir í dag til teirra, ið hava eitt gjaldkort, sum verður sperrað, sigur bankin.

Útlendskur nethandil syndarin

Danska fyritøkan, Nets, mælti í síðstu viku til, at 100.000 donsk gjaldkort skuldu sperrast, tí illgruni var um, at upplýsingar vóru komnar í skeivar hendur.

Tá boðaði Eik frá, at tað ikki var óhugsandi, at teldusníkar eisini høvdu fingið fatur á upplýsingum um føroyskar kundar. Soleiðis er eisini eftir øllum at døma.

Nets upplýsir ikki, hvussu teldusníkarnir kunnu hava fingið fatur á kortupplýsingum hjá kundum. Bara, at talan er um ein útlendskan nethandil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609