Eingin tíðarætlan fyri limaskapi

Eingin tíðarætlan fyri limaskapi
Tað er óvist, nær føroyska umsóknin um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum verður avgreidd. Málið skal fyrst viðgerast í fleiri umførum
Eingin tíðarætlan er fyri, nær málið um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum skal verða avgreitt
 
03.11.2016 - 11:26

Føroysku limirnir í Norðurlandaráðnum, Ruth Vang og Jenis av Rana, hava lagt uppskot fyri Norðurlandaráðið um, at Føroyar skulu fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum

Men málið skal viðgerðast í fleiri umførum, og eingin tíðarætlan er fyri, nær tað skal verða avgreitt. Formansskapurin viðger málið, og kann síðani mæla ráðnum til at taka undir við uppskotinum. 

Samstundis viðgera samstarvsráðharrarnir í Norðurlondum uppskotið, og teir kunnu sjálvir avgera at taka undir við uppskotinum.

SÍ EISINI Óvissa enn um limaskap

Men tað eru stjórnarleiðararnir, sum eiga avgerandi orðið, um Føroyar kunnu gerast sjálvstøðugir limur í Norðurlandaráðnum.

Formansskapurin í Norðurlandaráðnum fer at hava fyrsta fundin um umsóknina í desember, sigur Kaj Joensen, tíðindamaður á  Christiansborg. Aðalorðaskifti verður í Norðurlandaráðnum í dag.

Tá fer Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum er á fundi í Norðurlandaráðnum fyri Poul Michelsen, landsstýrismann í norðurlandamálum, at leggja málið um sjálvstøðugan føroyskan limaskap fyri norðurlendsku samstarvsráðharrarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815