Leggur frá sær eftir ósigur

Leggur frá sær eftir ósigur
Fólk í Italia søgdu nei til at broyta stýrisskipanina á fólkaatkvøðu sunnudagin. Italski forsætisráðharrin tekur nú avleiðingarnar
Úrslitið av fólkaatkvøðuni í Italia var greitt tíðliga í morgun. Matteo Renzi, forsætisráðharri, leggur frá sær
 
05.12.2016 - 08:49

Italski forsætisráðharrin, Matteo Renzi, hevur boðað frá, at hann leggur frá sær, eftir at hann tapti fólkaatkvøðuna í gjár um broytingar í stýrisskipanini

Matteo Renzi setti sína vón á, at italsku veljararnir fóru at taka undir við ætlaðu broytingunum, men úrslitið var, at ein stórur meiriluti var ímóti.

SÍ EISINI Forsætisráðharrin í klønum tráð

Avgerðin hjá Renzi um at leggja frá sær, fekk evruna at falla í virði mótvegis amerikanska dollaranum. Tað kemur illa við hjá italsku bankunum, ið eru hart kroystir, og hava tørv á pengum.

Allar atkvøðurnar ikki taldar

Undan fólkaatkvøðuni høvdu fleiri búskaparfrøðingar gjørt greitt, at um Renzi tapti fólkaatkvøðuna, so fór tað at gerast torført hjá bankunum at fáa pengar frá íleggjarum.

- Nú fer tað ikki at vera lættari hjá bankunum at fáa pengar, sigur japanski pengahandilsmaðurin, Minori Uchida við Reuters.

The Guardian skrivar, at 59,3 prosent av veljarunumatkvøddu ímóti og 40,7 prosent atkvøddu fyri. Enn eru ikki allar atkvøðurnar hjá italienarum, ið búgva uttanlands, taldar upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659