Stjórnarherurin tikið valdið aftur

Stjórnarherurin tikið valdið aftur
Sýriski stjórnarherurin hevur nú valdið í gamla býarpartinum í Aleppo, upplýsir eygleiðarabólkurin fyri mannrættindi í Sýria
Uppreistrardeildir hava higartil havt valdið í eystara parti í Aleppo. Sýriski stjórnarherurin hevur nú aftur valdið
 
07.12.2016 - 16:07

Tað er tó trupult at fáa váttaðar upplýsingar frá borgarakrígnum í Sýria, og uppreistrarfólk hava, sambært tíðindarásini Al Jazeera, víst aftur, at tey hava mist valdið í býarpartinum.

Stríðið um sýriska stórbýin hevur stóran súmbolskan týdning, tí tað var fyrsti milliónabýurin, sum tað í 2012 eydnaðist uppreistrarfólkum partvíst at fáa valdið á aftur.

SÍ EISINI Aleppo: Eingin skipað sjúkrahúshjálp longur

Bashar al-Assad, forseti, hevur um somu tíð, við hjálp frá russiskum stríðsflogførum og hernaðarligum ráðgevum, umframt hernaðarligum iranskum bólkum og libansku Hizbollah-rørsluni, fingið valdið aftur.

Sýriski stjórnarherurin og sameind hjá honum fóru, sambært Reuters, týsdagin inn í søguliga býarpartin. Uppreistrardeildir hava higartil havt valdið í eystara parti í Aleppo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659