Savna inn til fiski- og veiðifólk í Qaanaaq

Savna inn til fiski- og veiðifólk í Qaanaaq
Fleiri fiskimenn og veiðimenn í norðasta býnum í Grønlandi, Qaanaaq, hava mist alla sína útgerð í illveðrinum, sum herjaði í síðstu viku
Fleiri fiski- og veiðimenn mistu útgerð í kolandi storminum í síðstu viku
Mynd: Danska veðurstovan DMI  
 
15.12.2016 - 08:17

Men nú er skipað fyri innsavning til frama fyri teir.

Vindmegin var upp í 48 m/s, og tað var kalt, - niður í minus 45 stig, tá kolandi stormur rakti býin.

Fyri at hjálpa fiski- og veiðimonnunum, er ein nevnd sett, sum skal skipa fyri peningainnsavningini. 

Rasmine Jeremiassen Normann, sum er forkvinna í innsavningarnevndini, sigur, at útgerð fyri 100-túsund krónur er farin fyri skeyti, og at í hvussu er 12 persónar eru komnir illa fyri av hesum.

Fáa einki gjørt

- Vit vóna veruliga, at øll vilja hjálpa. Innsavningar hava fyrr verið til útlond, og vit halda, at nú er stundin koma at hjálpa hvørjum øðrum í Grønlandi. Fiski og veiðimenninir fáa einki gjørt. Jólini nærkast, og tey sleppa ikki á flot ella at veiða. Her í økinum fara vit á veiði við hundasletu og ikki á kavaskutara, og nógvir hava mist hvølpar. Tí hava vit brúk fyri stuðli, sigur Rasmine Jeremiasen Normann.

Hon upplýsir, at tey hava eisini søkt grunnar um hjálp til fiskimenninar og veiðimenninar í Qaanaaq, sum hava mist útgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815