Ov nógv skip í grønlendska flotanum

Ov nógv skip í grønlendska flotanum
Yvirkapasitetur er í grønlendska fiskiflotanum. Tað sigur felagsskapurin Grønlandsvinna sambært grønlendska blaðnum, Sermitsiaq
Í meira enn ein mánað hava fimm av størstu grønlendsku trolarunum ligið við bryggju, tí eingin kvota er eftir
 
27.12.2016 - 18:36

Í meira enn ein mánað hava fimm av størstu grønlendsku trolarunum ligið við bryggju, tí eingin kvota er eftir, skrivar Sermitsiaq á heimasíðuni.

Fiskiskapurin eftir svartkalva, toski og kongafiski hevur annars gingið nógv betur enn væntað í ár, skrivar grønlendska blaðið.

Kvoturnar uppi síðsta mánað

- Men longu í november vóru kvoturnar uppi, og tí hava fimm teir størstu verksmiðjutrolararnir ligið, síðani tá, stendur í tíðindaskrivi frá Grønlandsvinnu.

Hetta heldur vinnufelagið er prógv um, at yvirkapasitetur er í fiskiflotanum. Henrik Leth, formaður í Grønlandsvinnu mælir til varsemi, so ikki enn fleiri skip koma í flotan.

- Tað vil hava við sær, at búskapurin í fiskivinnuni sum heild versnar og harvið vera arbeiðspláss og almennar inntøkur eisini mistar, sigur Henrik Leth við Sermitsiaq.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207