Kuldi kravt fleiri lív

Kuldi kravt fleiri lív
Tað er óvanliga kalt í fleiri suðurevropeiskum londum. Í minsta lagi 20 fólk eru deyð seinastu dagarnar
Minst 20 fólk í suðurevropeiskum londum eru deyð síðstu dagarnar í óvanligum kulda
Mynd: AP  
 
09.01.2017 - 08:50

Meinast rakt eru Grikkaland, Italia og Pólland. Í Russlandi hava verið 30 kuldastig. Í Rom royna sjálvboðin at bjarga teimum heimleysu í kuldanum.

Sjey fólk eru deyð í italska høvuðsstaðnum, av teimum vóru fimm heimleys. Frans pávi bað fyri teimum heimleysu í gjár.

Skúlar afturlatnir

Har suðuri í Italia hava fleiri skúlar latið aftur í dag, tí so nógvur kavi er lagstur.  Í Póllandi, har mátað eru 25 kuldastig, hava í minsta lagi 20 fólk latið lív.

Í Grikkalandi hevur nógvi kuldin rakt serliga flóttafólk, sum m.a. eru flutt í tjøld við hita. Í Grikkalandi eru mátað 15 kuldastig.

Í Russlandi, har ortodoksu jólini verða hildin í hesum døgum, eru 30 kuldastig, og so kalt hevur ikki verið hesa árstíðina seinastu 120 árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659