Hægstirættur: Parlamentið skal atkvøða um Brexit

Hægstirættur: Parlamentið skal atkvøða um Brexit
Avgerðin merkir, at bretska parlamentið skal góðkenna tilgongdina, at Bretland tekur seg úr ES
Theresa May, bretski forsætisráðharrin, sigur, at sama hvat hendir, fer Bretland úr ES
 
24.01.2017 - 13:35

Tá grein 50-fráboðanin verður sett í verk, merkir tað, at tilgongdin hjá Bretlandi at fara úr ES byrjar. 

Hægstirættur staðfestur, at parlamentið skal atkvøða um Brexit, og hægstirættur hevur eisini staðfest, at tað er ikki neyðugt, at parlamentini í Skotlandi og Norðurírlandi góðkenna, at farið verður undir Brexit-tilgongdina.

Men eingin veit við vissu, um bretska parlamentið fer at taka undir við tí, ella fer at sýta Theresu May, forsætisráðharra, at seta í verk grein 50. Men May hevur fleiri ferðir staðfest, at sama hvat hendir, so verður Brexit veruleiki.

Forðar ikki fyri Brexit

Mikael Olai Milhøj er senior-greinari hjá Danske Bank. Hann sigur við Berlingske, at hóast stjórnin tapti kæruna, so forðar tað ikki Brexit. 

- Vit halda framvegis, at Theresa May setur í verk grein 50, áðrenn mars mánaður er liðin, tí bæði Labour og Konservativi flokkurin hava sagt, at tey fara at atkvøðu fyri grein 50 í parlamentinum, sigur Mikale Olai Milhøj.

Men boðskapurin er tó ikki til at fara skeivur av, greiðir hann frá.

- Tann meiri ES-atfinningarsama stjórnin noyðist at ávirka parlamentið, sum er ES-vinarligt sinnað. Meðan Theresa May hevur tosað um hart Brexit, har Bretland riggar av í innara marknaðinum og tollsamgonguni fyri at Bretland kann verða ført fyri at avmarka tilflytingarum at koma inn í landið, so vilja fleiri av ES-vinarligtsinnaðu parlamentslimunum framvegis fegnir hava atgongd til innara marknaðin, sigur Mikael Olai Milhøj við Berlingske.

Fleiri treytir

Tekur tjóðartingið undir við at seta í verk grein 50, verður stóri spurningurin, um parlamentið fer at seta Theresu May fleiri treytir.

Tað er t.d. ikki óhugsandi, at parlamentið kann staðfesta, at bretski forsætisráðharrin skal gera alt,  hon er ment, at varðveita atgongdina hjá bretum til innara marknaðin. Um so er, verður Brexit ikki so hart, sum fyrr fráboðað, skrivar Berlingske.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. desember
Men tað hendi...
201510
Mikudag 24. desember
Jólaheilsanir 2025
201955
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Palli Halaleysi
201935
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870