- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bumbuhóttan móti flogfari í Svøríki
Bumbuhóttan móti flogfari í Svøríki
Eitt flogfar á veg til Teilands við 300 ferðafólkum umborð varð steðgað í Arlanda-floghavnini í Svøríki hóskvøldið

Ferðafólk í einum flogfari í Arlanda-floghavnini vórðu hóskvøldið í skundi flutt úr flogfarinum eftir eina bumbuhóittan
Mynd: Wikimedia Commons
03.03.2017 - 10:01
Flogfelagið hevði fingið eina bumbuhóttan móti flogfarinum. Ferðafólk vórðu í skundi flutt úr flogfarinum, og fólk vórðu flutt burtur úr einum parti av floghavini.
Kanningarnar hjá løgregluni í flogfarinum eru ikki lidnar enn. Svenska sjónvarpið, svt.se, skrivar, at flogfarið eftir ætlan fer avstað í morgun.
Sven Erik Ohlsson, talsmaður fyri løgregluna í Svøríki, sigur við Aftonbladet, at bumbuhóttanin hóskvøldið kom ikki beinleiðis til løgregluna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























