Trump verjir ráðharra

Trump verjir ráðharra
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hartar nú mótstøðufólk, ið sambært honum fremja fólkajagstran
Jeff Sessions, ið náddi at vera løgmálaráðharri, gjørdi einki skeivt, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump
 
03.03.2017 - 10:29

Hetta hendir eftir tíðindafund, har Jeff Sessions, sum í tríggjar vikur náddi at vera løgmálaráðharri í USA, greiddi frá samrøðum sínum við russiska sendiharran í USA undir forsetavalstríðnum. 

Hann segði á tíðindafundinum, at hann vil ikki verða partur í nærri kanningum um russiska ávirkan undir valstríðnum. Donald Trump sigur, at Jeff Session hevur borið seg rætt at.

- Jeff Sessions er erligur maður. Hann segði einki skeivt. Hann kundi verið greiðari í svari sínum, men hann gjørdi tað ikki við ráddum huga, segði Trump.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581