Kanning: Børn í Suðurgrønlandi hava tað ikki gott

Kanning: Børn í Suðurgrønlandi hava tað ikki gott
Børn heilt niður í 10 ár taka rúsevnir saman við foreldrum sínum. Tað vísir ein kanning um børn og ung í Suðurgrønlandi
Mynd: Narsaq
 
19.03.2017 - 10:43

Børn og ung í Suðurgrønlandi hava tað ikki gott. Tað er yvirskipaða niðurstøðan í kanning, sum talskvinnan hjá børnum í Grønlandi, Aviaja Egede Lynge, hevur gjørt.

Á heysti í fjør var hon á eini kanningarferð saman við barnaráðgevanum Ellen Bang Bourup í Kujalleq kommunu í Suðurgrønlandi.

Mikudagin verður kanningin løgd fram - og sambært grønlendska blaðnum Sermitsiaq er talan um uhugnaligan lesna.

Í fleiri førum greiðir honum frá børnum, sum misnýta hassj og onnur rúsevni - hetta eru børn heilt niður í tíggju ára aldur, sum gera tað saman við foreldrum sínum.

Umframt sjálva kanningina verður eisini ein frágreiðing løgd fram, sum tekur útgangsstøði í útsagnum hjá børnum í Suðurgrønlandi um livikor teirra.

Kujalleq kommuna hevur fingið bæði kanning og frágreiðing, sum skal gera greitt, um kommunan í Suðurgrønlandi heldur barnasáttmálan hjá ST.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581