Landasorg lýst eftir atsókn

Landasorg lýst eftir atsókn
Tríggjar daga landasorg er lýst í Santa Pætursborg í Russlandi eftir yvirgangsatsóknina í gjár, sum nú hevur kravt 14 mannalív og særdi 45 fólk
Fólk til gongu uttan fyri Spasskaya-tokstøðina í Santa Pætursborg í gjár, mánadagin. Nú er landasorg lýst eftir atsóknina, sum í gjár higartil hevur kostað 14 lív
Mynd: AP  
 
04.04.2017 - 11:04

Løgreglan upplýsir, at sjey av fólkunum doyðu á staðnum, tá ein bumba brast í einum toki ímillum tvær metrostøðir, og at hini doyðu seinni av løstunum. Ein onnur bumba varð funnin, og tað eydnaðist løgregluni at taka hana sundur, áðrenn hon brast.

Tíðindastovan Tass skrivar, at maðurin, sum framdi atsóknina, verður hildin at vera ein 23 ára gamal maður úr Miðasia. Hann er kendur fyri at hava samband við víðgongdar islamistar, skrivar Interfax.

Tíðindastovan skrivar, at maðurin sjálvur lá eftirá í speringingini, men myndugleikarnir vilja ikki vátta, um talan var um eina sjálvmorðsatsókn. Eingin hevur enn tikið ábýrgdina av atsóknini í Santa Pætursborg seinnapartin í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659