Hoyvíkingar eru greipuvinnarar

Hoyvíkingar eru greipuvinnarar
H71 vann aftur í dag móti vestmenningum og eru fyri fyrstu ferð í søguni greipuvinnarar hjá monnum í hondbólti. Avrikið i dag var meira sannførandi
H71 føroyameistarar
 
23.04.2017 - 00:43

Eftir fyrstu FM-finaluna millum VÍF og H71 í høllini í Vestmanna mikukvøldið, væntaðu mong eina spennandi finalu í Hoyvíkshøllini í dag. Hon varð tó bara spennandi onkra løtu, tí hoyvíkingar vóru omaná fyri tað mesta. Og tá dysturin var av, høvdu hoyvíkingar vunnið 26-21 og harvið vóru ter føroyameistarar.

Móti endanum av fyrra hálvleiki og í byrjanini av seinna hálvleiki var spenningur í. Tað var kortini týðiligt, at í dag hevði H71 fleiri streingir at spæla á og tá saman um kom gjørdist sigurin sannførandi, og harvið eru teir bæði føroyameistarar og steypavinnarar.

Hetta hevur verið eitt avbera gott ár hjá H71, sum hevur verið á odda í landskappingini alt kappingarárið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334