Løgmaður sent út samkensluskriv

Løgmaður sent út samkensluskriv
Tað er ræðandi at síggja álop á verjuleys børn og vaksin til eina fagnaðarløtu, sum ein konsert eigur at vera, sigur Aksel V. Johannesen
Løgmansskrivstovan sendi fyri løtu síðani út samkensluskriv frá løgmanni í kjalarvørrinum á yvirgangsatsóknini í Manchester mánakvøldið
 
23.05.2017 - 15:39

Aksel V. Johannesen, hevur sent út smkenslurit eftir yvirgangsatsóknina í Manchester mánakvøldið, sum higartil hevur kravt 22 lív.

Løgmansskrivstovan skrivar soleiðis á heimasíðuni, lms.fo:

Tað líkist ongum, og enn einaferð mugu vit leggja doyðin á at standa saman ímóti slíkum óndum atsóknum. 

Vit mugu styrkja samanhaldið enn meira. 

Hetta álopið vísir, at tað er einki mark fyri óhugnaligum álopum. Børn vóru ímillum tey dripnu. Ósek og meinaleys børn. Men vit mugu ikki fella í fátt. 

Vit mugu halda fast við okkara grundleggjandi virði og virka treytaleyst út frá teimum, hóast vitloysingar vilja hava tað øðrvísi.   

Okkara tankar eru við teimum deyðu, særdu og teirra nærmastu. Føroyar hava eitt sterkt søguligt tilknýti til Bretland, og tað er við tí í huga, at eg vegna Føroya fólk og landsstýrið fari at senda Theresa May, bretska forsætisráðharranum, samkensluskriv.

Aksel V. Johannesen, løgmaður

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039