Fleiri handtøkur aftrat eftir Manchester-atsókn

Fleiri handtøkur aftrat eftir Manchester-atsókn
Aftur í nátt hevur løgreglan í Manchester tikið ein mann, eftir atsóknina í býnum mánakvøldið. Nú eru 10 fólk tikin
Bretska løgreglan hevur í nátt tikið ein mann aftrat, sum hildið verðyr hevur samband við yvirgangsatsóknina mánakvøldið, tá 22 fólk vórðu dripin
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
26.05.2017 - 09:05

Tvey av teimum tiknu, ein maður og ein kvinna, eru latin leys aftur, men løgreglan hevur framvegis átta mans í varðveitslu, og teir skulu allir avhoyrast í málinum, sigur løgreglan í Manchester.

- Tað er av stórum týdningi fyri kanningararbeiðið, at so nógv fólk eru tikin. Tað sigur politiovastin, Ian Hopkins, sambært sjónvarpsstøðini, Sky News.

SÍ EISINI Børn, ung og foreldur: Tey deyðu eyðmerkt

Samstundis verður dentur lagdur á, at tað gongst væl við kanningararbeiðinum, og allir møguleikar verða kannaðir. Løgreglan heldur, at enn eru fleiri fólk leys, sum hava eitthvørt við atsóknina at gera.

22 fólk, nógv av teimum ungfólk, lógu eftirá í atsóknini mánakvøldið, og yvir 70 fólk eru framvegis á sjúkrahúsi, teirra millum eru fleiri illa løstað.

Løgreglan hevur fyrr almannakunngjørt, at 22 ára gamli Salman Abedi, sum var bretskur ríkisborgari, ið saman við foreldrunum kom úr Libya, framdi atsóknina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659