Hald lagt á nógv meira rúsevni

Hald lagt á nógv meira rúsevni
Nøgdin av rúsevni, sum TAKS hevur afturhildið higartil í ár, er longu nógv størri enn alt árið í fjør
TAKS hevur higartil í ár lagt hald á meira rúsevni enn alt 2016
 
22.06.2017 - 09:57

– Tað er ilt at siga, hvussu nógv rúsevni kemur til Føroya, men eg haldi, at vaksandi tølini vísa, hvussu umráðandi tað er at hava eitt gott eftirlit, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri.

Fyrstu fimm mánaðirnar í 2017 eru funnin 19 kilo av hassji, meiri enn tríggjar ferðir so nógv sum í 2016, tá ið hald var lagt á seks kilo, sigur TAKS í tíðindaskrivi í morgun.

Tað er ikki "bara" hassj, sum TAKS kemur fram á í dagliga eftirlitinum. Tollarar hava eisini lagt hald á hørð rúsevni sum MDMA og kokain, men talan er um smærri nøgdir.

– Hóast vit gleðast um, at vit eru við til at tálma rúsevnasøluni og skaðunum, sum hon ger á føroyska samfelagið, so er tað ræðandi, at nøgdin av rúsevni, sum vit leggja hald á, veksur so nógv, sigur Eyðun Mørkøre, stóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334