Jarðskjálvti við ferðamál krevur fleiri mannalív

Jarðskjálvti við ferðamál krevur fleiri mannalív
Ein jarðskjálvti sum varð máldur til 6,7 á richter-stiganum, var í nátt í Egearahavinum, ímillum Turkaland og Grikkaland
Ein kaffistova á grisku oynni, Kos, í oyði eftir jarðskjálvtan, sum rakti Grikkaland og Turkaland í nátt
Mynd: AP  
 
21.07.2017 - 08:13

Miðlar siga frá, at minst 2 fólk lótu lív á griksku frítíðaroynni, Kos, sum lá tætt við jarðskjálvtan, og at fleiri 100 vórðu skadd á ymsum loyggjum, fleiri eru álvarsliga skadd. Myndugleikarnir siga at tann eini sum er funnin deyður, er svii, meðan hin er úr Turkalandi.

Økið verður nógv vitjað av útlendskum ferðafólkum í summarmánaðunum. Nógv ferðafólk vórðu biðin um at fara úr gistingarhúsunum, og nógv gistu uttanfyri í nátt.

Boðað var eisini frá, at ein flóðalda var væntandi, og fólk vóru biðin um at halda seg burtur frá strondini. Fleiri hús og bygningar rapaðu, og tey sum doyðu ella vórðu illa løstað, lógu undir rapaðu bygningunum.

Nógv fólk úr skandinavisku londunum eru bæði á Kos og á Rhodos, har skjálvtin eisini merktist. Eftir harða skjálvtan millum klokkan eitt og tvey í nátt, hava fleiri veikari jarðskjálvtar verið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659