Meirilutin hevur nú meirilutan á Tvøroyri

Meirilutin hevur nú meirilutan á Tvøroyri
Nýggi meirilutin á Tvøroyri er nú eisini í meiriluta í øllum býráðsnevndunum.
 
31.01.2018 - 18:51

Borgarstjórin Kristin Michelsen hevur mist vald á Tvøroyri, nú meiriluti er skipaður uttan borgarstjóran.

Tað hendi á býráðsfundinum á Tvøroyri í kvøld, har 25 áhoyrarar vóru.

Nýggi meirilutin, tað er Kristina Roest, Súsanna Bertholdsen, Bogi Johannesen og Bjarni Hammer, vildi velja nevndirnar av nýggjum.

Tað skuldi eftir ætlan vera á býráðsfundinum tann 8. januar, men borgarstjórin útsetti fundin. Kristin Michelsen kundi kortini ikki bíða meira, tí býráðsfundur skal vera í januar, sambært kommunustýrislógini.

Eftir býráðsfundin í kvøld er nýggi meirilutin í meiraluta í øllum býráðsnevndunum. Tað er í fíggjarnevndini, vinnu- og havnanevndini, mentanarnevndini, trivnaðar- og umhvørvisnevndini, sosialu nevnd og teknisku nevnd.

Lutakast um sess í fíggjarnevndini

Minnilutin kundi annars fáa meirilutan í fíggjarnevndini, men nýggi meirilutin vann lutakastið.

Av tí, at borgarstjórin er altíð formaður í fíggjarnevndini, heldur Kristin Michelsen fram sum formaður í fíggjarnevndini. Nýggi meirilutin hevði Kristinu Roest í nevndini, og lutakast var um síðsta sessin. Minnilutin vísti á Anitu Vibergsdóttir, og meirilutin vísti á Bjarna Hammer.

Kommunustjórin, Hendrik Weihe Joensen, dróg navnið hjá Bjarna Hammer upp úr posanum, sum so eisini eigur pláss við borðið, tá fíggjarnevndin hevur fund á Tvøroyri.

Hóttir samgonguna

Í august í fjør sleit Kristina Roest býráðssamgonguna á Tvøroyri. Hon er vald á Kommunulistanum, sum er listin, sum Kristin Michelsen stovnaði beint fyri kommunuvalið í 2016.

Í desember skipaðu javnaðarumboðini á Tvøroyri og Kristina Roest meiriluta.

Kristin Michelsen, sum eisini er løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, boðaði síðan løgmanni frá, at hann kennir seg ikki bundnan av at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum í løgtinginum.

Tað er so leingi sum javnaðarumboðini í Tvøroyrar býráð ikki vilja samstarva við seg, sum Kristin Michelsen skrivaði í almennari fráboðan til løgmann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
Morgunlestur hósdagur 29. januar 2026
203268
Mikudag 28. januar
Skratsj 28. januar 2026
203398
Mikudag 28. januar
Dansival: Gyltabók
203396
Mikudag 28. januar
Mono - Hjalte Bachmann (4:4)
203391
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377