16 palistinar dripnir í Gaza

16 palistinar dripnir í Gaza
Sambært AFP lótu palistinarnir lív í samanbrestum við ísrealsku hermegina á markinum millum Gaza og Ísrael, har ófriðarligt hevur verið fyrrapartin
 
14.05.2018 - 12:36

16 palistinar eru dripnir í Gaza í da. Tíðindastovan, AFP, skrivar, at palistinarnir lótu lív í samanbrestum við ísrealsku hermegina á markinum millum Gaza og Ísrael, har ófriðarligt hevur verið fyrrapartin. 

Samanbrestirnir verða settir í samband við, at tað í dag eru liðin 70 ár, síðani ríkið Ísrael varð stovnað, og samstundis flytur amerikanska sendistovan í Telaviv til Jerusalem.

Høvdu væntað ófrið

Eygleiðarar høvdu roknað við ófriði og samanbrestum, tí amerikanska stigið at flyta sendistovuna til Jerusalem verður mett sum ein provokatión.

Seinni í dag fer amerikanski forsetin, Donald Trump, at halda sjónvarpsrøðu fyri 800 innbodnum gestum, og tá hátíðarhaldið er, fer USA at viðurkenna Jerusalem sum ísraelskan høvuðsstað - býin, sum kristin, muslimar og jødar hava stríðst um í meira enn túsund ár.

Jerusalem hevur í áratíggju verið miðdepil í stríðnum millum Ísrael og palestinarar.

Trump viðurkennir Jerusalem

Higartil hevur Jerusalem verið býttur millum Ísrael og palestinska sjálvstýrið, men í desember í fjør avgjørdi Donald Trump at flyta amerikansku sendistovuna úr Telaviv til Jerusalem, samstundis sum USA fór at viðurkenna Jerusalem sum ísraelskan høvuðsstað.

Altjóða samfelagið við ST á odda sigur, at støðan hjá Jerusalem skal avgerast við samráðingum millum partarnar, og onnur lond hava tí havt sínar sendistovur í Telaviv. 

Hundraðtals fólk fingið skaða

Umframt at 16 fólk hava latið lív í samanbrestum millum palistinsk mótmælisfólk og ísrelsku hermegina hava okkurt um 500 fólk fingið skaða. Sambært AFP eru í minsta lagi 69 fólk rakt av skotum.

Samráðingarleiðarin hjá PLO, Saeb Erekat, hevur heitt á diplomatar í øllum londum um at boykotta hátíðarhaldið á amerikansku sendistovuni í Jerusalem í dag.

Og leiðarin í Hamas-rørlsuni, Yahya Sinwar, hevur gjørt greitt, at fleiri hundrað túsund palestinar fara at ganga kravgongu úr Gaza til Jerusalem. 

Føðingardagshald á Vaglinum

70 ára føðingardagurin hjá Ísrael verður eisini hildin í Føroyum.

Í kvøld klokkan hálvgum seks verður skipað fyri tiltaki á Vaglinum í Havn.

Svenning av Lofti og ísraelsmaðurin, Avi Lipkin, fara at halda røðu, og sangur verður eisini á skránni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650