Tjóðartingsvalið í Pakistan merkt av ófriði

Tjóðartingsvalið í Pakistan merkt av ófriði
Ein spronging uttanfyri einum valhøli í býnum Quetta hevur kravt í minsta lagi 25 mannalív, og fleiri hava fingið skaða, sambært AP tíðindastovuni.
Fleiri enn 800.000 løgreglufólk og herfólk eru til arbeiðis við tey meira enn 85.000 valhølini í landinum.
Mynd: Reuters  
 
25.07.2018 - 09:15

Tjóðartingsval er í Pakistan í dag, men tað er merkt av ófriði.

Ein spronging uttanfyri einum valhøli í býnum Quetta hevur kravt í minsta lagi 25 mannalív, og fleiri hava fingið skaða, sambært AP tíðindastovuni.

Valhølini í Pakistan lótu upp í morgun, og 106 milliónir fólk hava valrætt.

Fleiri enn 800.000 løgreglufólk og herfólk eru til arbeiðis við tey meira enn 85.000 valhølini í landinum fyri at tryggja, at alt gongur friðarliga fyri seg.

Flokkarnir, ið verða mettir at hava bestu møguleikarnar, eru Pakistan Tehreek-e-Insaf við fyrrverðandi kriketstjórnuni Imran Khan á odda og so flokkurin hjá fyrrverðandi forsætisráðharrainum Nawaz Sharifs.

Flokkurin PPP hjá Bilawal Bhutto Zardari verður sambært veljarakanningum triðstørsti flokkur. Bilawal Bhutto Zardari er sonur fyrrverðandi forsætisráðharran í Pakistan, Benazir Bhutto, sum varð myrd í 2007.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. februar
Veðrið
203673
Týsdag 3. februar
Stjørnan í fyrsta parti
203635
Týsdag 3. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203632
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608