Støðan í Chicago er hættislig

Støðan í Chicago er hættislig
600 løgreglu fólk eru send til Chicago í USA, eftir mongu blóðugu bardagarnar í amerikanska býnum um vikuskiftið.
Mynd: ABC News  
 
08.08.2018 - 08:31

11 fólk eru skotin og dripin, 70 onnur eru særd í skotbardugunum, sum hava verið hetta vikuskiftið. Bara sunnudagin vóru 44 fólk rakt av skotum eftir 13 tímum.

Nú boðar løgregluovastin Eddie Johnson frá, at 400 løgreglufólk koma harðast raktu pørtunum av býnum til hjálpar beinanvegin, og so koma 200 løgreglufólk afturat til vikuskiftið.

Millum teirra, sum lógu eftir á eftir skotriðurnar, eru fólk sum eru 11 og 63 ár. Ein tannáringur var skotin og dripin, tá hann súkklaði ein túr seinnapartin sunnudagin, umframt tað varð skotið við eina jarðarferð og eina veitslu.

Higartil í ár eru 320 fólk skotin og dripin í Chicago, sum er triðstørsti býurin í USA. Hetta skriva millum annað Ritzau, AFP og DR.

Seinastu 15 árini eru fleiri amerikanarar dripnir í býnum Chicago enn í Afganistan og Irak tilsamans.

Býurin hevur fingið keðiliga eyknevni "Chiraq" við ávísing til krígsøkið í Irak. Tølini vísa, at tað kemur ikki av ongum, sambært keldum sum CNN, Washington Post og BBC.

762 fólk doyðu av skotum í Chicago í 2016, og í fjør doyðu 650 fólk, og tað er meira enn í New York og Los Angeles tilsamans.

Tølini vísa enntá, at frá 2001 til 2016 eru fleiri fólk deyð av skotum í Chicago, enn tað doyðu amerikanskir hermenn doyðu í Irak, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366