KT-trygdin ikki tikin í álvara

KT-trygdin ikki tikin í álvara
Landsgrannskoðanin sigur, at ov nógvir stovnar og aðalráð taka ikki KT trygdina í álvara.
 
11.09.2018 - 11:32

Upplýsingar hjá almennum stovnum og hjá aðalráðum kunnu misbrúkast, tí KT-trygdin ikki er í lagi. Landsgrannskoðanin sigur, at ov nógvir stovnar og aðalráð taka ikki KT trygdina í álvara.

Vandi er tí fyri, at upplýsingar hjá almennum stovnum ikki verða handfarnir rætt. Vandi er eisini fyri, at almennu leiðslurnar ikki varnast, at upplýsingarnar møguliga verða misnýttar. 

Harafturat er vandi fyri, at møgulig misnýtsla ikki verður fyribyrgd, sigur Landsgrannskoðanin.

Tað var annars longu í 2004, at landsstýrismaðurin í vinnumálum sendi rundskriv um KT-trygd. 

Sambært tí høvdu leiðslurnar á øllum ábygdarøkjum í landsfyrisitingini ábygd av at seta í verk KT-trygd fyri 1. februar 2006.

Tann freistin varð síðani longd til 1. apríl 2010.

Men sambært frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini fyri 2017 taka ov nógvir stovnar og ov nógv aðalráð ikki hetta týðandi mál í álvara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334