Kavanaugh tikin í eið

Kavanaugh tikin í eið
Fimti republikanski dómarin í sitandi hægstarætti í USA, Brett M. Kavanaugh, er umsíðir góðkendur.
Brett M. Kavanaugh kann nú bretta upp um armar og fara til arbeiðis í amerikanska hægstarætti.
Mynd: Savnsmynd  
 
07.10.2018 - 11:24

Brett M. Kavanaugh, ið er 53 ára gamal, avloysir Anthony M. Kennedy.

Sostatt verður Kavanaugh 114. hægstarættardómarin í USA.

Brett M. Kavanaugh hevur verið nógv frammi í miðlunum, tí hann varð lagdur undir at vera skendskur móti eini 15 ára gamlari gentu, tá ið hann var 17 ár sjálvur.

Eftir at hava fingið innlit í loyniligt kanningarúrslit hjá amerikonsku samveldisløgregluni, FBI, samtykti senatið at góðtaka nýggja hægstarættardómaran.

Níggju dómarar eru í amerikanska hægstarætti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167