Meksikanski forsetin lækkar forsetinalønina

Meksikanski forsetin lækkar forsetinalønina
Nýggi forsetin í Meksiko, Lopez Obrador, tekur nú fyrsta stigið at halda síni vallyfti og lækkar forsetalønina við umleið 50.000 krónum.
 
12.12.2018 - 08:30

Nýggi forsetin í Meksiko, Lopez Obrador, tekur nú fyrsta stigið at halda síni vallyfti. Hann hevur lækkað lønina hjá forsetanum úr 87.000 krónum um mánaðin niður í 35.000 krónur í okkara peningi. 

Næsta stigið er, at einki alment starvsfólk sleppur at forvinna meira enn forsetin, skrivar tíðindastovan AP.

Endamálið er at fáa størri javnvág í samfelagið, so tey fátæku forvinna meira.

Almennu starvsfólkini, sum forvinna mest í Meksiko, eru dómarar, og teir skipaðu fyri mótmælisgongu í Meksiko býi í gjár.

Nýggja lógin um at lækka lønirnar hjá almennum starvsfólki skal góðkennast av dómarum í hægstarætti, men lógin er longu víst aftur.

Forsetin heldur, at lønirnar hjá dómarunum eru burturvið.

- Tað ber ikki til, at dómararnir, sum forvinna 190.000 krónur um mánaðin, sjálvir skulu gera av, um teir framvegis skulu fáa so stóran løn, sigur Lopez Obrador.

Forsetin vil eisini hava størri gjøgnumskygni í almennu lønunum, so almenningurin fær at vita, hvat skattapeningurin verður brúktur til.

Tað kann hava við sær, at fleiri almenn starvsfólk fara í privata geiran at starvast, skrivar AP.

Samstundis sum hann hevur lækkað sína egnu løn 60 prosent, sýtir forsetin fyri at flyta í forsetaborgina at búgva. 

Í staðin hevur hann latið eina mentanarmiðstøð upp fyri almenninginum á forsetaborgini.

Lopez Obrador ætlar at koyra í sínum gamla bili, og hann vil bara ferðast við vanligum rutuflogførum.

Hann hevur selt forsetaflogfarið, 60 onnur flogfør og 70 tyrlur.

- Vit selja øll flogfør og tyrlur, sum korruptir politikarar hava brúkt, sigur nýggi forsetin um avgerðina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985