Búskaparvøksturin í Kina søguliga lágur

Búskaparvøksturin í Kina søguliga lágur
Búskaparvøksturin í Kina var 5,5 prosent í 2018, og tað er minsti vøksturin síðani 1990
 
21.01.2019 - 07:14

Tað var serliga í seinasta fjórðingsárinum, at búskaparvøksturin í Kina vøksturin minkaði niður í 6,4 prosent, skrivar tíðindastovan Associated Press.

Orsøkin til minkingina er, at landið og fyritøkurnar hava verri við at rinda stóru skuldina sum er, samstundis sum handilskríggj eisii er við USA.

Myndugleikarnir hava gjørt fleiri tiltøk fyri at bøta um støðuna. Millum annað hava bankarnir fingið forboð fyri at lána so nógv út, fyri at minka um skuldina.

Innflutningstollur ein av orsøkunum

Tollurin, sum USA hevur lagt á kinesiskar vørur, er eisini ein orsøk til minkandi vøksturin, og er nú við at merkjast av álvara.

Samstundis minka íløgurnar og fólk keypa minni enn tey hava gjørt. Eygleiðarar siga seg rokna við, at myndugleikarnir fara at royna at bøta um gongdina.

Men tað eru eisini fleiri sum halda, at tað stendur verri til í Kina, enn myndugleikarnir siga. Kina hevur staðið fyri einum triðingi av heimsins búskaparvøkstri seinastu 10 árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602