Sirið skal svara um Novo grunnin og diabetes

Sirið skal svara um Novo grunnin og diabetes
Løgtingsmaður hevur spurt um Novo Nordisk grunninum um diabetessamstarv og at byggja miðstøð fyri diabetes í Føroyum
Diabetispennar
Mynd: Novo Nordisk  
 
28.02.2019 - 07:56

Í dag skal Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, siga løgtinginum, hvussu er vorðið við málinum um tilboðið frá Novo Nordisk grunninum um diabetessamstarv og at byggja miðstøð fyri diabetes í Føroyum.

Hon skal svara einum skrivligum fyrispurningi frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmanni.

Løgtingið skal eisini atkvøða, um Poul Michelsen, landsstýrismaður, skal svara einum fyrispurningi frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um Føroyar sum royndarland fyri 5G netið.

Annars eru ófráboðaðir fyrispurningar frá tingfólki til landsstýrið á skránni fyri tingfundin i dag, sum byrjar klokkan13:30.

Seinasti framløgudagur

Á middegi í dag skal Løgtingsskrivstovan hava tey mál, sum skulu leggjast fram í hesari tingsetuni. Seinasti framløgudagur er um eina viku, hósdagin 7.mars.

Mál, sum skulu viðgerast í tingsetuni, men ikki eru komin løgtingsskrivstovuni í hendi á middegi í dag, mugu hava 17 undirskriftir fyri at verða løgd fram.

Landsstýrið hevur samtykt at leggja fram millum annað nýggja lóg um náttúruvernd, lóg um margfeldni í náttúruni, sum hon kallast. 

Sambært árskalendaranum hjá løgtinginum fer løgtingið í summarfrí fríggjadagin 3. mai.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650