Lítið av nebbasild í Danmark

Lítið av nebbasild í Danmark
Broytingin kann stava frá veðurlagsbroytingunum. Tær kunnu vera til ampa fyri føðina hjá nebbasildini, heldur formaðurin í danska Fiskivinnufelagnum
 
10.03.2019 - 18:15

Ein broyting er hend í Norðsjónum síðani 90ini, og seinastu tvey árini, er kvotan av nebbasild lækkað við eini helvt, upplýsir danska fiskivinnan fyri DR.

ICES mælir til, at bert 90,000 tons av nebbasild verða fiskað á Doggerbankanum í ár.

Í fjør var kvotan 134.000 tons, og í 2016 var kvotan 225.000 tons, sigur formaðurin í Danska Fiskivinnufelagnum, Svend-Erik Andersen.

Fiskifrøðingarnir mæla til, at als eingin nebbasild verður fiskað á tveimum øðrum leiðum í Norðsjónum.

ES ásetur endaligu kvoturnar av nebbasild, áðrenn fiskiskapurin byrjar 1. apríl, men vanliga fylgir ES tilmælinum frá fiskifrøðingunum.

- Óstøðugu kvoturnar koma av, at Norðsjógvurin ikki er so støðugur, sum hann var í 1990unum, sigur granskarin hjá DTU, Mikael van Deurs.

Samstundis sum kvoturnar av nebbasild minka, so er nebbasildin minni enn hon hevur verið, og tað minkar eisini um fiskiskapin, sigur formaðurin í fiskivinnufelagnum.

Broytingin kann stava frá veðurlagsbroytingunum, tí veðurlagsbroytingarnar kunnu vera til ampa fyri føðina hjá nebbasildini, sigur hann.

Eru veðurlagsbroytingar orsøkin, so er ikki vist at støðan í 90unum kemur aftur, sigur granskarin.

Donsk skip fiska umleið 90 prosent av nebbasildakvotuni hjá ES, og fiskiskapurin er frá apríl til juli.

Nebbasildin verður seld sum ídnaðarfiskur og verður nýtt til fiskamjøl og fiskaolju.

Virkir í Thyborøn, Hansholm og Skagen, taka ímóti nebbasildini, og okkurt ár hevur virðið av fiskiskapirnum eftir nebbasild verið upp ímóti einari milliard krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366