Rættindi at fiska svartkjaft seld á uppboði í dag

Rættindi at fiska svartkjaft seld á uppboði í dag
Fyrsta uppboðssølan, har til ber at bjóða upp á fiskirættindi, verður í dag
Uppboðssøla er í dag
 
19.03.2019 - 10:49

Fiskamarknaðurin selir rættin at fiska 20.000 tons av svartkjafti á opnari uppboðssølu í dag klokkan eitt. Hesi rættindi eru galdandi í eitt ár.

Fiskamarknaður Føroya stendur fyri opnu uppboðssølunum, og Vørn stendur fyri afturlatnu uppboðssølunum.

Fyrsta afturlatna uppboðssølan verður hósdagin. Tá verður rætturin at fiska góð 32.000 tons av svartkjafti seld. Talan er um rættindi í eitt ár, trý ár ella í átta ár.

Fýra í apríl, ein í mai

Í ár verða seld rættindini at fiska góð 6.000 tons av makreli, stívliga 52.000 tons av svartkjafti, 40.000 tons av sild og 3.000 tons av botnfiski í Barentshavinum á uppboðssølu.

Sjey uppboðssølur eru, fýra afturlatnar og tríggjar opnar. Fýra uppboðssølur eru í apríl og ein í mai.

Uppboðssølan í dag er ikki tann fyrsta í ár. Í januar vórðu 1.276 tons av toski á Flemish Cap seld á uppboðssølu hjá Fiskamarknaðinum. Tann uppboðssølan var opin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576