Parlamentið feldi fýra brexit-uppskot

Parlamentið feldi fýra brexit-uppskot
Støðan er óbroytt í Bretlandi, eftir at parlamentið í gjárkvøldið feldi fýra uppskot, ið skuldu broyta avtaluna, sum Theresa May gjørdi við ES
Parlamentið í Bretlandi feldi í gjárkvøldið fýra uppskot, ið skuldu broyta avtaluna, sum Theresa May gjørdi við ES
Mynd: Savnsmynd  
 
02.04.2019 - 07:32

Eitt av uppskotunum hjá forsætisráðharranum mælti til tollsamstarv við ES, og eitt annað var um at bretar skuldu fáa somu skipan við ES, sum Noreg hevur.

Triðja uppskotið var um eina fólkaatkvøðu, sum skuldi staðfesta at bretar fara úr ES, og fjórða uppskotið var um at leingja samráðingarnar eftir grein 50 í sáttmálanum fyri ES.

 >> SÍ EISINI Innilig áheitan frá May munaði einki

Øll uppskotini fullu, skrivar Reuters. Spenningur var bert um tað eina uppskotið, og tað var um tollsamgongu ímillum Bretland og ES. Har vóru 273 atkvøður fyri og 276 ímóti.

Atkvøðugreiðslurnar í gjárkvøldið vóru vegleiðandi og ikki bindandi. Tað sama gjørdi seg galdandi tá parlamentið mikudagin feldi átta uppskot.

Í dag fer stjórnin at halda tveir fundir um brexitkreppuna, sum skulu vara í tilsamans fimm tímar. Aftaná tað verður fundur við Theresu May, forsætisráðharra, og mest týðandi ráðharrarnar.

Skuldu úr ES 29. mars

Á fundinum verður umrøtt, hvussu komast kann víðari og um bretar skulu royna at broyta avtaluna um markið ímillum Norðurírland og Írland

Umrøtt verður eisini, um ein avtala skal fáast í lag til 19. mai, ella um bretar skulu fara úr ES 12. apríl, uttan nakra avtalu, og síðani søkja um limaskap í EFTA, og gerast partur av EBS-samstarvinum í Europa.

Eftir ætlan skuldi Bretland verið farið úr ES 29. mars, tað var fríggjadagin í farnu viku, men landið hevur fingið freistina longda til 12. apríl, skrivar tíðindastovan Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391