Sakarmálið kemur fyri í november

Sakarmálið kemur fyri í november
Ein vika er sett av í sakarmálinum ímillum reiðaríið Enniberg og Fiskimálaráðið um fiskiskapin í Barentshavinum
 
16.05.2019 - 09:03

Sakarmálið ímillum reiðaríið Enniberg og Fiskimálaráðið um fiskiskapin í Barentshavinum, kemur fyri í Føroya rætti í november.

Tað varð gjørt av á fyrireikandi rættarfundi í gjár. Tá verða næstan tvey ár liðin, síðani partafelagið Enniberg stevndi Fiskimálaráðnum.

Ein vika í november verður sett av til dómsviðgerðina, men hvørja viku dómsviðgerðin verður, er ikki endaliga greitt enn, sigur Christian Andreasen, advokatur hjá partafelagnum Ennibergi.

Krevja 7,4 milliónir krónur umframt rentu

Tað var um hálvan desember í 2017, at partafelagið Enniberg gjørdi av at stevna Fiskimálaráðnum. Reiðaríið segði, at Fiskimálaráðið hevði ongan rætt til at taka 10 prosent av Barentshavs-kvotunum og selja tær á uppboðssølu, hvørki í 2016 ella í 2017.

Fiskimálaráðið hevur heldur ikki rætt til at ognartaka allar kvoturnar í Barentshavinum fyri síðani at luta part av teimum út aftur til tey reiðarí, sum hava fiskað í Barentshavinum í fleiri áratíggju. Eitt somikið stórt inntriv í virksemið hjá fyritøkum má gerast við 25 ára varsli.

Felagið vil tí hava endurgjald fyri hesi tonsini, sum vórðu klípt burturav Barentshavs-kvotunum. Kravið er 3,9 milliónir krónur fyri 2016 og 3,5 milliónir krónur fyri 2017. Harumframt krevur reiðaríið prosessrentu omaná.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815