Vit spæla móti heimsmeistarunum í dag

Vit spæla móti heimsmeistarunum í dag
Føroyska manslandsliðið í hondbólti spælir í dag seinasta dystin í undankappingini til stóra EM-endaspælið, sum verður í januar næsta ár
Sonni Larsen, venjari hjá landsliðnum
 
16.06.2019 - 09:56

Føroyar eru á útivølli í Aalborg móti ongum mætari enn Danmark, sum er bæði heimsmeistari og olympiskur meistari í manshondbólti.

Fyrri dysturin, sum var spældur í Skjern í fjør heyst, endaði 35-17 til Danmark. 

Men bæði Sonni Larsen, venjari, og Rókur Akralíð, sum er mest royndi spælarin á føroyska landsliðnum, hava vónir um, at føroyingar fara at enda kappingina væl við einum góðum dysti í dag.

- Eg eri vísur í tí, sigur Sonni Larsen, venjari, - dreingirnir hava arbeitt hart í langa tíð, og tað er ótrúligt, so langt vit eru komin. Tú skalt minnast til, at fyri ári síðani var langt millum, at vit fingu sigrar og stig. Men seinastu dagarnar hava vit aftur víst, at vit spæla um stig og spæla dystin. Og tað er sera flott avrik hjá dreingjunum, má eg siga, sigur Sonni Larsen, venjari hjá landsliðnum.

- Vit skulu spæla øgiliga disciplinerað. Fleiri feilir vit gera, fleiri mál fáa teir. Á hesum støðinum verður tað revsað beinanvegin, um vit gera býttar tekniskar feilir, so tað skulu vit minimera, og so standa sterkir í verjuni, sum er ein av høvuðsuppskriftinum uppá at spæla góðan hondbóltsdyst, - at hava góða verju, sigur Rókur Akralíð, spælari á landsliðnum.

Dysturin millum Danmark og Føroyar byrjar klokkan 17 okkara tíð. 

Kringvarpið vísir dystin beinleiðis í sjónvarpinum. Vit byrja at senda úr Ålborg klokkan 16:45.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290