- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar vunnu á Spania

Føroyar hava vunnið á Spania í hondbólti!
U17 landsliðið, sum luttekur í European Open í Gøteborg í Svøríki, vann fyri løtu síðan 31-27 á Spania.
Støðan í hálvleikinum var 16-15 til Spania.
Í øðrum hálvleiki tóku føroyingarnir seg munandi fram í verjuspælinum, og tað gjørdi spaniólar fjálturstungnar í álopsspælinum.
Serliga spældi føroyski málverjin, Pauli Jacobsen, ein sera góðan dyst. Sambært hagtølunum hjá útvarpsstøðini, FM1, hevði hann tilsamans 22 bjargingar í dystinum.
Toppskjútti hjá Føroyum bleiv Elias Ellefsen á Skipagøtu við 11 málum. Hann er í løtuni eisini toppskjútti í allar kappingini við tilsamans 22 málum.
Sostatt hava Føroyar fingið eina sera góð byrjan upp á hesa kappingina, tí fyrr í dag vunnu Føroyar við heili tíggju málum á Norra, 32-22.
Føroyska U17 landsliðið skal longu aftur á vøllin klokkan 11.00 í morgin. Tá er Estland mótstøðuliðið.
Hin bæði londini í bólkinum hjá Føroyum eru Georgia og Ísrael. Føroyar spæla ímóti teimum báðum fyrrapartin og seinnapartin mikudagin.
Støðan í bólki C
| 1.Føroyar | 2 dystir | 4 stig |
| 2.Ísrael | 2 dystir | 4 stig |
| 3.Spania | 2 dystir | 2 stig |
| 4.Norra | 2 dystir | 2 stig |
| 5.Georgia | 2 dystir | 0 stig |
| 6.Estland | 2 dystir | 0 stig |
Úrslitini higartil
| Norra-Føroyar | 22-32 |
| Ísrael-Estland | 26-20 |
| Spania-Georgia | 33-21 |
| Georgia-Ísrael | 26-29 |
| Spania-Føroyar | 27-31 |
| Norra-Estland | 27-18 |
Komandi dystir
| Týsdagin 2.juli | Føroyar-Estland |
| Týsdagin 2.juli | Georgia-Norra |
| Týsdagin 2.juli | Spania-Ísrael |


























