USA stevnir Edward Snowden

USA stevnir Edward Snowden
USA hevur stevnt varskógvaranum, tí hann ikki hevur givið myndugleikunum møguleika, at lesa nýggja bók, áðrenn hon varð givin út
Edward Snowden tosaði í gjár við tíðindafólk hjá týska blaðnum Die Zeit umvegis videosamband, tá nýggja bók hansara kom út
Mynd: AFP  
 
18.09.2019 - 10:28

Amerikanska løgmálaráðið hevur stevnt amerikanska varskógvaranum, Edward Snowden, sum í gjár gav út bókina, Permanent Record. 

Løgmálaráðið sigur, at endamálið við stevningini er ikki, at steðga útgávuni av nýggju bókini hjá Edward Snowden, skrivar tíðindastovan Ritzau.

 >> SÍ EISINI Stúrir fyri órættvísari rættargongd

Hinvegin verður sagt, at Snowden skal hava skrivað undir trúnaðaravtalu bæði hjá amerikonsku fregnartænastuni, CIA, og hjá altjóða trygdarstovninum, NSA, har Snowden fyrr arbeiddi.

Sambært stevningini hevur Snowden ikki givið myndugleikunum møguleika, at lesa bókina áðrenn, sambært trúnaðaravtalunum.

– Vit loyva ikki einstaklingum - fyri amerikanska rokning - at forvinna pening uttan, at halda krøvni um rættlestur og skoðan áðrenn útgávuna, sigur Jody Hunt frá løgmálaráðnum.

Í útlegd í seks ár

USA krevur, at fáa allan vinningin frá søluni av nýggju bókini. Edward Snowden gjørdist heimskendur, tá hann í 2013 lak trúnaðarupplýsingar um, hvussu amerikanskir myndugleikar njósnast.

Edward Snowden segði, at amerikanska fregnartænastan framdi umfatandi internet- og telefoneftirlit. Hann hevur búð í útlegd í Moskva síðani 2013, og er framvegis í Moskva.

Bókin er endurminning hjá Snowden og gevur innlit í barna- og ungdómsárini, og hvussu hann var við til at menna víðfevndu eftirlitsskipanina, og hví hann at enda var noyddur, at siga øllum heiminum frá tí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576