Eingin lønarhækking kortini

Eingin lønarhækking kortini
Ráðharrarnir í donsku stjórnini fáa onga lønarhækking 1. januar
Tað hevur vakt ans á Christiansborg, at lønin hjá ráðharrunum skal hækka á nýggjárinum
 
01.11.2019 - 08:29

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2020 verður mælt til, at ráðharrarnir skulu fáa lønarhækking, men tað fer skattamálaráðharrin, Morten Bødskov, at forða fyri, upplýsir Skattamálaráðið.

Tá Lars Løkke Rasmussen var forsætisráðharri í 2010, lækkaði lønin til ráðharrarnar fimm prosent, í kjalarvørrinum av fíggjarkreppuni. 

Síðani er skipanin longd fleiri ferðir, men hon skuldi fara úr gildi á nýggjárinum. Tí kundu ráðharrarnir í stjórnini hjá Mette Frederiksen, forsætisráðharra, vænta sær eina lønarhækking.

Viðgera lønarviðurskifti yvirhøvur

Tað hevur vakt ans á Christiansborg, og fleiri politikarar, eisini í sosialdemokratiska stjórnarflokkinum, hava sagt seg undrast á, at lønin skal hækka á nýggjárinum.

Morten Bødskov, skattamálaráðharri, sigur, at flokkarnir í fólkatinginum eru farnir at viðgera lønarviðurskiftini hjá politikarum yvirhøvur. 

– Tí er tað nátúrligt, at vit í fyrstu syftu tryggja, at lønin til ráðharrarnar ikki hækkar. Vit leggja fyri við at leingja skipanina eitt ár aftrat, so vit fáa betri stundir at finna eina varandi loysn, sigur Morten Bødskov, skattamálaráðharri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938