Grønland eisini nevnt

Grønland eisini nevnt
Namibia er ikki einasta landið, sum er nevnt í skjølunum hjá Wikileaks um íslendska felagið Samherja. Grønland er eisini nevnt
 
20.11.2019 - 12:14

Sambært íslendska Fréttablaðnum bað stjórin í Sildarvinnsluni, sum er uppsjóvarvirki á Norðfjørðinum, leiðsluna hjá Samherja um góð ráð um besta mátan at fáa vælvild frá grønlendingum og lumpa tey, so fiskirættindi fingust í Grønlandi.

Hetta var í apríl 2014. Sambært Fréttablaðnum segði Sildarvinnslan seg spyrja fyri Henrik Leth, sum var nevndarformaður í Polar Sefood, sum er størsta privata fiskivinnufyritøkan í Grønlandi.

 >> SÍ EISINI Samherji í knípu

Stjórin í Sildarvinnsluni segði í telduposti til Samherja, at Henrik Leth spurdi, hvørjar íløgur vóru neyðugar, skuldi eitt uppsjóvarvirki gerast í Ammassalik.

Hendan ætlan var tó ikki verulig, men bleiv brúkt til at fáa goodwill og kvotur í Grønlandi. Spurningurin var, um Samherji ikki átti nøkur góð ráð um hetta, um ikki annað ráð, sum eru brúkt í Afrika.

Samherji vildi gjarna geva ráð, sambært Fréttablaðnum. Men Sildarvinnslan avsannar staðiliga, at ætlanin var at lumpa grønlendingar, hóast samskifti var millum Polar Seafood, Sildarvinnsluna og Samherja um uppsjóvarvirki í Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858