Ari Behn deyður

Ari Behn deyður
Fyrrverandi maður prinsessu Märthu Louise av Noregi andaðist í gjár 47 ára gamal.
 
26.12.2019 - 10:05

Ari Behn, fyrrverandi maður prinsessu Marthu Louise av Noregi, andaðist í gjár 47 ára gamal. 

Ari Behn - sum var rithøvundur og listamaður giftist norsku prinsessuni í 2002. Saman fingu tey trý børn og í 2016 fór parið hvør til sítt. 

Norski kongurin segði í skrivi til miðlarnar í gjár, at tað er við stórari sorg, at tey fingu boðini um at Ari Behn er farin.

- Ari var ein týðandi partur av familju okkara í nógv ár, og vit hava nógv heit og góð minnir um hann, sum vit bera við okkum. 

Vit syrgja, nú barnabørn okkara hava mist pápa sín og vit vísa okkara samkenslu við foreldrum og systkjum hansara, sum nú hava mist ein kæran son og beiggja, sigur Haraldur kongur í skrivinum.

Ari Behn doyði fyri egnari hond.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938